Home 🎬 Bollywood 🎵 Pakistani 🎤 English Pop

Sláið Ring

👤 Swangah 🎼 Lán Mær Eitt Oyra ⏱️ 3:17
🎵 2179 characters
⏱️ 3:17 duration
🆔 ID: 15846825

📜 Lyrics

Herjið á, herjið á, herjið á
Víkingablóð uttan eldvatnsprát
1 fyri traditión
2 fyri mál
Føroyingar eru meir enn bara grindadráp

Hetta er hiphop fyrst, shit, kom inn konflikt, shit
Ein fimmara yvir kjálkan á fyrstahondsinntrykk
Eksplisit, instinkt og impulsivt, eg eri kompleks',
Sjálvt stalkarin far ikki fylgt við
(Hoyr her) eg havi hildið tí niðri, sum profetir via sál, til dráps
Síðan Kaj Leo veruliga hevði eitt mál
Traditionellur, grindaboð, mót á instrumentir, natúrliga skapt,
Man rokkar búna og hatt
Eg snakki stevnur, mergjaður, lummafløskupimpari, trúgvandi,
Føroyskt bryggjaður, hetta er reint gull
Lagt upp til konfrontatión,
Ið lyftur kjaftin upp við gaflinum í grindini við spiki
Tað er einki at snakka um
Mergjaður, til fólkið: "eru tit við mær?" Eingin ivi um himmiríkið,
Fata tað, man, vit liva har
Frá eitt skot til litrar, tjóðin er ikki sum hinar, kom higar,
Sláið ring, ikki bara sita har!

Upp á gólvið eg deili røvarasøgur, myndir í ringinum
Tungumál sum V.U Hammershaimb við rhymes
Meir enn undirhald
Halda undirgrundini fyri forfedrum í kistunum
(Einki Kingo) og her nýtist eingin intro
Einfalt, skála við hornum
Beinrakt sum slakt
Ein durasnaps til kjaft'
Okkurt í den dur
Sensur? Aldrin í lagi, tað kanst tú banna uppá
Eg flowi til brimið slær okkum øll aftur til Valhalla
Eingin heidningur, trúgvi uppá R.A.P
Tali frælsi so brennandi eg spíti E.L.D
So blóðið ferð upp á kók vid hond í hond, man hongur í
3, 2, 1, kvæði frítt til tað er greitt

Herjið á, herjið á, herjið á
Víkingablóð uttan eldvatnsprát
1 fyri traditión
2 fyri mál
Føroyingar eru meir enn bara grindadráp

Kvæði slagið til fólkið, so tey bíta í!
Nationalur, Føroyar hetta er tín tíð!
Læstur undir ermuni, trampið og leggið lív í!
Samanhald, sláið ring, granska rím mítt!

Herjið á, herjið á, herjið á
Víkingablóð uttan eldvatnsprát
1 fyri traditión
2 fyri mál
Føroyingar eru meir enn bara grindadráp

Herjið á, herjið á, herjið á
Víkingablóð uttan eldvatnsprát
1 fyri traditión
2 fyri mál
Føroyingar eru meir enn bara grindadráp

⭐ Rate These Lyrics

Average: 0.0/5 • 0 ratings